FC Suðuroy: Felags kvinnuliðið í Betrideildini tók seinnapartin ímóti B36 á Eiðinum í Vági.
Allir dystir eru truplir hjá nýggja liðnum í bestu kvinnudeildini og nógvi vindurin á Eiðinum seinnapartin darvaði eisini spælinum nakað.
Í mun til undanfarnu dystir, so vóru fyrstu 20 minuttirnar av dystinum rættiliga javnir. Okkara kvinnur stríddust sera væl og megnaðu eisini at spæla seg fram til støður, sum kundu ført við sær stórar málmøguleikar – og eru framgongdin í so máta púra greið hjá unga kvinnuliðnum úr Suðuroynni.
Dysturin endaði tó við einum greiðum 10-0 sigri til B36, sum fekk 5 mál í hvørjum hálvleiki.
Úrslitið ljóðar av nógvum, men venjaratoymið og kvinnurnar arbeiða við bæði langsigtaðum málum og við málsetningum fyri hvørji umfør – og framgongdin er eisini sjónlig frá einum umfari til annað. Spennandi verður at fylgja menningini av unga kvinnuliðnum í Betrideildini komandi mánaðirnar og komandi kappingarár.
Facebook viðmerkingar