Gamalt var, at tað kundi verða avbjóðandi at ganga eftir gøtuni um Klivarnar ávegis úr Vági ella av Nesi og út til Porkeris – og hevur m.a. Hargaskaldið Poul F. Joensen yrkt um hetta. Men í fleiri ártíggju hevur farleiðin millum bygdirnar kring Vágsfjørð – úr Vági, út á Nes og til Porkeris – verið eftir sokallaða Nesvegnum, sum eisini knýtir sunnara part av Suðuroynni saman við norðara part.
Á markinum millum Vágs og Porkeris kommunu eru tvær gjáir, Klivagjógv innara og Klivagjógv uttara – báðar avmyndaðar her á loftmynd, sum er frá 2009.
Við innaru Klivagjógv sæst tíðliga at tað í 2009 eru nakrir metrar frá vegjaðaranum og út til sjálva gjánna. Men seinastu árini er meiri og meiri máa burturav – og brimið í vetur hevur etið seg niðan at vegnum, soleiðis at ein peli í autoverjuni hongur at kalla leysur.
Ógreitt er, hvørt hetta ávirkar trygdina á farleiðini, men uttan iva er neyðugt at fylla uppaftur í gjánni, soleiðis at brimið ikki komandi tíðir fer at gera seg inn á sjálvan vegin og tá ávirkar trygdina á farleiðini.
Facebook viðmerkingar