Lykkeliga og Eydnudeild er ein hondbóltsdeild fyri børn, sum á ein ella annan hátt ikki megna at luttaka til hondbólt sum teirra javnaldrar. Tað er ein felagsskapur, har børn, foreldur og áhugaði eru samlaði til at spæla hondbólt, líka mikið um tú hevur eina diagnosu ella ikki, er genta ella drongur ella hvussu gamal/gomul tú er. Tað er ein sera gevandi deild, sum gevur børnunum okkurt at ganga til og fær tey at føla, at tey er ein partur av ein stuttligum felagsskapi, har tey samstundis kunnu røra seg.
4.juni 2022 verður Lykkecup í Jyske Bank Box Arena í Herning. Lykkecup er størsta tiltakið sum er innanfyri Lykkeliga og Eydnudeildina. Ein stórur dagur við hondbólti, undirhaldi og gallaveitslu. Og hesa ferð fara vit eisini at luttaka.
Lykkeliga hevur 6 ár á baki, og tað var kendi danski hondbóltsspælarin Rikke Nielsen, sum byrjaði tað heila. í 2009 fekk hon eina dóttir, sum hevði Down Syndrom. Tá hon var 7 ár, vildi hon eisini ganga til hondbólt, líka sum systrar hennara, og tað helt Rikke, at sjálvandi skuldi hon sleppa tað. Hon stovnaði Lykkeliga, sum byrjaði við einum smáum felagi í Aalborg, og sum nú er voksi til meira enn 75 lið runt í Europa, m.a. Føroyar, Grønland, Noreg og Týskland.
Eydnudeild Føroyar bleiv stovnað fyri 4 árum síðan, av Morten Hust Petersen og foreldrum at børnum við ymiskum avbjóðingum. Liðið hjá teimum eitur Lundapisurnar. Har hava umleið 20 børn verið tilknýtt hesi síðstu 4 árini.
í septembur 2020 gjørdu vit so eitt felag í Suðuroynni, sum eitur Svanarnir. Her hava 10 børn verið til venjing frá allari oynni. Vit hava eitt gott samstarv við Lundapisurnar úr meginøkinum, har vit hittast 2 ferð árliga í ávikavist Havn og Vági.
2021 bleiv enn eitt felag stovna, hesa ferð í Klaksvík, sum eitur Músabróður, og tað er enn eitt nýtt felag og byrjar so smátt at veksa.
í apríl 2022 var Eydnucup hildi í Føroyum fyri fyrstu ferð. Ein hondbóltsstevna fyri øll lið í Lykkeliga og Eydnudeild, sum bleiv hildin í nýggju høllini á Oyrabakka og gallaveitslu í Nesvík. Tað komu 300-400 danskarir heim til Føroyar, har eini 100 vóru hondbóltsleikarar, sum spældu hondbólt saman við 20 av føroyskum leikararum. Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi, sum vit aldrin fara at gloyma.
So nú gongur okkara leið til Herning, har vit fyrstu ferð fara at luttaka til Lykkecup. Vit eru 2 venjarar, 4 børn og 5 foreldur ið fara. Hetta krevur eitt sindur av pengum, og tí eru vit í gongd við at samla pengar inn til ferðina. Vit hava skipað fyri nøkrum tiltøkum og stuðulin hevur verið fantastiskur frá teimum lokalu á oynni, bæði fyritøkum og privatum. Enn er langt á mál at koma á ynskta upphædd og tí ynskja vit at fáa so nógvan stuðul sum møguligt.
Onskvøldið 27.apríl verður stuðulstiltak fyri okkara liði VB húsinum. Hetta er bæði fyri at samla pengar inn og eisini at varpa ljós á okkara lið, tí vit ynskja at fáa fleiri leikarar við. Tað verður ein hugnalig løta, har vit hoyra tónleik, fáa kaffi og køkur, og kunna eitt sindur um Eydnudeildina.
Um tit ynskja at stuðla okkum, so ber eisini til at flyta pengar. Vit hava eina konto í Bank Nordik, sum er: 6460-6146378
Facebook viðmerkingar