Summartónar 2022 og Várframsýning hjá kvøldskúlanum í Salt

Sunnudagin 1.mai kl.15.00 setir Tvøroyrar Hornorkestur Summartónar 2022 í Salt, sum í ár hevur 30 ára hátíðarhald.

Tvøroyrar Hornorkestur er ein partur av kvøldskúlavirkseminum á Tvøroyri og eftir konsertina byrjar árliga Várframsýningin hjá kvøldskúlanum frá klokkan 16.00 og úteftir.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er ókeypis at koma inn.

Møguleiki verður at keypa sær kaffi og køku.

Hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar