Gongd má á arbeiði við Suðuroyartunlinum nú!

Hóast breið semja tykist vera um málið, verður tað helst felt í tinginum í dag.

Tað er ikki at ivast í, at ein komandi Suðuroyartunnil er altavgerandi fyri framtíðar menning,  trivnað og búseting í Suðuroynni. 

Suðuroyggin hevur ikki havt lut í tí framgongd, sum hevur verið í Føroyum, og hevur í  veruleikanum ongantíð reist seg heilt aftur síðan kreppuna í hálvfemsunum. Við føstum sambandi hevði økið verið bundið í ein arbeiðsmarknað, og tað gevur nýggjar og øktar møguleikar fyri vinnulív, tilflyting, arbeiðspláss v.m. 

Ein stórur partur av Føroyum er bundin saman, og tá ið fast samband verður til Suðuroynna, verða Føroyar “størri”, og hetta verður til gagns fyri alt samfelagið.

Samferðslukervið er at meta sum lívæðrar út í økini, og í verandi støðu er lívæðrin ikki opin  alt samdøgrið, og samferðsluviðurskiftini eru so mikið óstøðug, at tað ikki á nakran hátt er nøktandi í einum framkomnum samfelag. Einans ein Suðuroyartunnil kann framtíðartryggja Suðuroynna.

Gongdin í fólkatalinum

Stórur fólkavøkstur hevur verið í Føroyum seinnu árini, men hetta sæst ikki aftur í Suðuroynni. Tøl frá Hagstovuni vísa, hvussu álvarsom støðan í sunnasta partinum av Føroyum er, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni. Vónandi fer komandi Sandoyartunnilin at broyta støðuna í Sandoynni, men enn er ongin ítøkilig ætlan gjørd, sum kann bjarga Suðuroynni.

Meðan samlaða fólkatalið í Føroyum frá 2004 til 2022 er vaksið við 5.641 fólkum, er fólkatalið í Suðuroynni í sama tíðarskeiði minkað við sløkum 400 fólkum og er í dag 4.672 fólk. Hetta hóast stórt arbeiði verður gjørt í kommununum fyri at fáa fólk at støðast og  leggjast til. Aldurssamansetingin í Suðuroynni víkir eisini frá restini av landinum. Fólkið er sum heild eldri, og tilflyting og burðaravlop megna ikki at uppviga hetta.

Ymisk uppskot og metingar um Suðuroyartunnilin

Landsverk gjørdi í fjør eitt álit “Forkanning av eini nýggjari Suðuroyarleið”. Kostnaðarmetingin í álitinum upp á 5,4 mia krónur loypti hvøkk á fólk, tí í 2018 metti Landsverk verkætlanina at kosta millum 2,8 og 3,4 mia. Kostnaðarmetingin er gjørd við støði í kostnaðinum av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum í 2016 við einum váðaískoyti uppá 50 prosent. So hvørt, sum verkætlanin er komin longri, og ymisku váðarnir eru greinaðir og loysnir funnar, og váðin minkar tilsvarandi, verður lættari at gera neyvari kostnaðarmeting.

Nevndarformaðurin fyri Eystur- og Sandoyartunlar hevur áður alment verið ivasamur um tey 50 prosentini, sum Landsverk legði oman á prísin. Kostnaðurin av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum er 120 mió pr km.

Ein onnur kostnaðarmeting, sum byggir á eina privata ætlan í samstarvi við Skúvoyar kommunu, og sum hevur eina rundkoyring við frákoyring til Skúvoynna, er uppá 3,4 mia, íroknað nýggjan tunnil millum Sandvík og Hvalba.

Spurningar at greina nærri

Tað er greitt, at neyðugt er við fleiri jarðfrøðiligum kanningum til tess at finna røttu linjuføringina. Trygdin er høvuðsspurningurin í verkætlanini, og trygdarkrøvini eru stór orsakað av longdini á tunlinum. Hetta má greinast nærri og støða takast til, hvat trygdarstøðið skal vera. Hetta verður eisini avgerandi fyri kostnaðin. Somuleiðis er neyðugt við umhvørviskanningum.

Tað hava verið ymiskar meiningar um, nær tað er rætt at seta partafelagið Suðuroyartunnilin á stovn. Tilmælini eru bæði at bíða við hesum og at gera tað beinanvegin, so nýggja felagið kann fara í gongd við arbeiðið.

Føroyar hava nú gjørt sær royndir  við  at  gera  undirsjóvartunlar, og fakligur førleiki er bygdur upp á hesum øki. Hetta er umráðandi at taka atlit at, soleiðis at tryggjað verður, at  henda vitan kemur samfelagnum til góðar. Eisini er upplagt at brúka verkætlanina Suðuroyartunnilin í útbúgvingar- og læringshøpi.

Politiska skipanin má semjast og standa saman

Slík søguliga stór og kostnaðarmikil verkætlan, sum Suðuroyartunnilin er, verður einans veruleiki, um Løgtingið stendur saman um ætlanina. Verkætlanin er dýr og krevur, at fleiri komandi samgongur semjast, og tí má breið semja vera um málið.

Á fíggjarlógini er peningur settur av til at seta partafelagið á stovn, og í løtuni verða jarðfrøðiligar kanningar gjørdar. Tó er partafelagið ikki stovnað enn, og ongin langtíðarætlan er gjørd um fígging v.m.

Samstundis eldist Smyril, og trýstið á suðuroyarleiðina veksur javnt og samt. Skulu vit ikki koma í neyð, tí Smyril ikki megnar uppgávuna komandi árini, má verkætlanin við Suðuroyartunlinum leggjast í eina trygga legu, og framdráttur má vera í arbeiðinum.  Hendir hetta ikki, kann verða stúrt fyri komandi árunum, tí tekn eru í sól og mána um, at Smyril heldur ikki fleiri áratíggju afturat.

Tað hevur eisini týdning fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, at vita, at útlit eru fyri einum Suðuroyartunli. Í løtuni eru fólk um at missa vónina, tí tíðin gongur, og lítið og onki hendir.

Tað er mett, at arbeiðið fer at taka umleið átta ár. Málið um, at koyrandi verður í  Suðuroynna í 2030, verður tískil neyvan rokkið.

Skal Suðuroynni verða lív lagað, má verulig gongd koma á arbeiðið beinanvegin. Í løtuni tykjast øll bíða eftir hvørjum øðrum, og ongin tekur politiskan ognarskap av Suðuroyartunlinum.  

Sirið Stenberg

Facebook viðmerkingar