Ein afturvendandi táttur í Lítlu Dímun er at skipað verður fyri fólkafundi á toppinum á oynni.
Tó eru viðurskiftini so at fyri at skipa fyri túrinum, so skulu nógv viðurskiftið vera í ordan fyri at tað skal bera til at sleppa út í oynna.
Í 2021, ernaðist ikki at skipað fyri túrinum, tí veðurgudarnir ikki vóru við.
Men fólk bíða tolin til at sleppa við at henda forkunnuga túrin og í ár bar til. Fyrradagin fingu fólk boð um at ætlanin var at fara út tórsdagin, veðrið sá út til at vera til vildar og tyrlan var klár.
Gjáramorgunin var so fari at flúgva tey 111 ferðafólkini út í Oynna. Flogi var úr Hvalba og eftir góðan tíma vóru øll ferðafólk og hjálparfólk flogin út í Oynna.
Tá komi var út, kundu fólk spáka sær ein túr niðan á Ràvunua, sum er hægsta stað, 414 m til hæddar.
Síðani settil Róin Schrøter fólkafundin. Í ár var tað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum var høðvusrøðari og Pól Arni Holm og Uni Debes spældu nøkur løg. Eisini var felagssangur á skránni.
Fólkafundurin endaði sum vanligt er við at kvøða Brestirskvæði.
Veðrið var av tí allarbesta, men nakrir mjørkaflógvar komu og fóru av og á, men ikki nakað, sum tarnaði nøkrum.
Tá fólkafundurin var liðugur, var fari undir at flúgva fólk inn aftur til Hvalbiar.
Komin inn aftur var fesk suppa at fáa.
Fólkafundurin 2022 var nú av og oyggjamenn kundu væl nøgdir fara til húsar eftir ein væleydnaðan dag og glaðir um at í ár eydnaðist at hava fólkafundin.
Næsta ár er aftur ætlanin at hava fólkafund og er tann túrurin langt síðani fullteknaður.
Komandi tíðina er ætlanin at fara bátatúrar úti oynna og sum skilst so er eftirspurningurin so stórur at ivasamt er um øll sleppa við í ár.
Facebook viðmerkingar