Vágs Kommuna søkir eftir einum bókavørði til at røkja býarbókasavnið í Vági. Starvið er 4 tímar um vikuna og tíðaravmarkað eitt ár.
Starvið í býarbókasavninum er ásett til 4 tímar um vikuna, og eru tímarnir hesir: mánadag 16.00 – 18.00 og tórsdag 10.00 – 12.00. Bókavørðurin í býarbókasavninum hevur til uppgávu at røkja bókasavnið, sambært galdandi løgtingslóg um bókasøvn. Harumframt skal viðkomandi hjálpa til við avgreiðslu av øðrum viðskiftafólkum í Miðlatúni.
Førleikar
Tann sum søkir skal verða útbúgvin bókavørður. Útyvir hetta, ynskir kommuna at umsøkjari hevur:
- góð samstarvsevnir
- sjálvstøðugt arbeiðslag
- góðan tænastuhugburð
- góðan teldu- og málkunnleika
Starvið verður lønt samsvarandi avvarðandi sáttmála og tíðaravmarka í eitt ár.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara, á telefon 733008 ella Magnus Paula West, leiðara í Miðlatún, á telefon 239392.
Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið sendast til:
Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur, ella ávagur@vagur.fo.
Umsóknarfreistin er 31. mai 2022 kl. 12.00.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar