Í summar verða tríggjar konsertir í Vági. Tann fyrsta verður leygardagin 23. juli í Stóra Pakkhúsið kl. 21.00, har Uni Debess & The Tomcats framføra. Konsertin er ókeypis
Fríggjadagin 5. august, verður framførsla í Vágs Kirkju kl 18.00, við Eli Tausen á Lava (klaver, elektronikkur). Konsertin er ókeypis.
Seinasta konsertin í Vági verður á Hotel Bakkanum leygardagin 10. september kl 15.00. Har framføra Thomas Loefke (harpa) og Kristian Blak (klaver) kostnaður 100,- kr.
Summartónar byrjaði í mai og endar í september. Tað er felagið Føroysk Tónaskøld FFT, við Kristian Black á odda, sum stendur fyri Summartónum.
Fyrstu summartónar vóru í 1992 og hevur Summartónar sostatt 30 ár á baki í ár. Summartónar royna at røkka út um alt landið, eisini útoyggjar, har mangar minniligar konsertir hava verið hildnar. Tað eru bæði føroysk og útlendsk nøvn á skránni, sum fevnir um eitt breitt úrval av tónleiki.
Facebook viðmerkingar