Seinastu tvey árini hava flestu stóru ítróttarkappingarnar í londunum kring okkum verið avlýstar orsaka av korona-farsóttin, men í ár er “alt við tað gamla” og eru bæði hondbólts- og fótbóltskappingar í grannalondum okkara á skrá.
Í dag byrjaði stóra hondbóltskappingin Dronninglund Cup, sum er í Dronninglund í Norðurjútlandi. Og millum liðini, sum fara at kappast til Dronninglund Cup í ár eru dreingir og gentur 16 ár hjá VB.
Í kvøld var innmarsjur og í morgin byrja dystirnar í Dronninglund Cup.
Dronninglund Cup, sum er størsta hondbóltskapping í Danmark, endar fríggjadagin 15. juli.
Facebook viðmerkingar