Leygarkvøldið 16. juli verður eitt av forkunnugu kvøldunum í Stóra Pakkhúsi í Vági, tá konsert verður við Hanus G. Johansen.Umframt konsert, so fer Hanna Báralíð, kokkur, at bjóða betri lætt ábit áðrenn konsertina.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
Kl. 19.30 Hurðarnar lata upp
Kl. 20.00 Lætt ábit frá Hannu Báralíð og høvið verður at keypa sær okkurt leskandi afturvið
Kl. 21.00 Konsert við Hanus G. Johansen.
Avmarkað atgongd!
Avmarkað atgongd er til tiltakið og atgongumerki á 200 kr. kunnu keypast í Miðlatúni í Vági fram til fríggjadagin kl. 16.
Facebook viðmerkingar