NET dótturfelag hjá Føroya Tele hevur fingið loyvið frá Tvøroyrar kommunu at byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, júst 50 ár eftir at Tvøroyri fekk automattelefon.
Fríggjadagin 10. juni var tað 50 ár síðani, at Tvøroyri, og harvið Suðuroy, fekk automattelefon, og nú 50 ár seinni verður byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, ið nevnist FTH Fibur til heimi.
Tvøroyrar kommuna hevur tí tikið avgerð um at loyva NET at byrja uppá verkætlanina, ið verður mett týdningarmikil og neyðug, fyri at ein býur sum Tvøroyri kann mennast innan samskiftistøkni javnt við tíðarinnar krøv og framtíðarinnar tørv.
Verkætlanin gongur út uppá, at fiburkaðalar, -eisini nevndir ljósleiðarar- verða lagdir inn i hvørt hús í sóknini, ístaðin fyri gomlu koparkaðlarnar, ið vóru eitt tíðandi aktiv í automattelefonini fyri 50 árum síðani, og enn í dag vera nýttir til telefoni og breiðband.
Les meiri her
Facebook viðmerkingar