Leygardagin 3. september verður árligi Johannudagurin í Vági. Talan er um ein maritiman familjudag, sum fyrigongur á keiøkinum og á Vágsfjørði.
Johannudagurin var fyrstu fer fyriskipaður í september 2021 og dagurin eydnaðist sera væl. Avgjørt er at skipað fyri Johannudegi aftur í ár, og temaði er tað sama – ein maritimur familjudagur í Vági. Dagurin snýr seg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.
Fyrireikingarnar til dagin eru í gongd og endaliga skráin kemur seinri. Men longu nú kunna okur upplýsa, at Johannudagurin 2022 kemur m.a. at innihalda bryggjudans við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum, stórt vatnkríggj og eitt syngið við á fjørðinum við Johannu og grindabátunum. Eisini verða kajakkirnar á fjørðinum, skattaveiða fyri børn, livandi havdjór at síggja í kørum á keiini og Agnes Mols Mortensen kemur at vísa ymiskan tari.
Facebook viðmerkingar