Ein fantastiskur túrur út í Dímun við MS Thorshavn

Hevði leingi ætlað mær at sleppa ein túr út í Stóru Dímun. Ein forkunnug oyggj, har eingin føst siglingarruta er, so okkurt høvi mátti finnast at sleppa út í oynna.

Tá tað í fjør summar (2021) var skipað fyri túri við MS Thorshavn av Tvøroyri út í Stóru Dímun var bara at smekka til beinanvegin. Fyrsti túrurin ein leygardag í juli var útseldur alt fyri eitt. Teir lýstu tíbetur við einum eykatúri, og har eydnaðist okkum at fáa pláss. 

Sigast má beinanvegin, at hetta var ein fantastiska góður túrur. Veðrið var eisini av tí allarbesta hendan dagin, og tað gjørdi ikki túrin verri.

MS Thorshavn er eitt rættiliga hugnaligt og snøgt træskip. Bygt í 1940 og kom til Føroya aftaná krígslok í 1945 sum tænastuskip hjá Ríkisumboðnum. MS Thorshavn var í sigling fyri Ríkisumboðið øll árini fram til 2012. Tá var tað lýst til sølu, tí Ríkisumboðnum tørvaði ikki longur skipið. 

Tíbetur tóku nøkur fólk á Tvøroyri seg saman og stovnaðu ein grunn, ið keypti MS Thorshavn. Tøkk skulu teir hava fyri tað. Fólkini handan grunnin hava síðani rikið skipið og gjørt tað møguligt hjá føroyingum og øðrum at uppliva hugnaliga skipið. Siglingartúrar vera gjørdir ymsastaðni kring oyggjarnar, og eisini eru nakrir túrar uttanlands sigldir. 

MS Thorshavn angar av søgu. Ríkisumboðið brúkti skipið til m.a. kongaligar vitjanir og mangar aðrar almennar vitjanir. Eisini var skipið brúkt til sjúkraflutning og bjarging, umframt at tað onkuntíð eisini bar til at leiga Thorshavn til serlig endamál. Nú er søgan varðveitt, og skipið siglir líka stásiliga sum altíð.

Túrurin út í Stóru Dímun henda dagin, vit vóru við, gekk væl. Eini 35 ferðafólk vóru umborð. Manningin var sera fryntilig og fyrikomandi. Tey bjóðaðu øllum ferðafólkunum okkurt til matna, tá vit høvdu lagt frá landi, so her manglaði einki.

Tá komið var til Dímunar fóru vit í ein minni bát, sum sigldi okkum inn á helluna, har bóndin tók ímóti. Gingið var síðani niðan ígjøgnum brøttu Kleivina. Eitt upplivilsi í sær sjálvum, at ganga hesa brøttu leið upp eftir berginum. Smøl rás og snipst niðurfyri, men tó var gott at ganga. Ein væl spentur veirur at halda seg í, so einki var at óttast. 

Komin niðaná bjóðaðu bóndahjúnini kaffi og vaflur í bóndahúsunum. Afturvið fingu vit eitt gott prát um oynna. Síðani høvdu vit nakrar tímar at síggja bygdina og at fara til gongu niðan á Høgoyggj, sum er 395 metrar til hæddar, at njóta vakra útsýnið. 

Gongutúrurin ígjøgnum Kleivina oman aftur á helluna var eingin trupulleiki. Øll komu niður og blivu sigld umborð aftur á MS Thorshavn í øllum góðum. 

Á siglitúrinum suður aftur á Tvøroyri var góð og heit suppa at fáa umborð. Væl tiltrongt aftaná gonguferðina uppi á Dímun.

Samanumtikið ein fantastiskur túrur við MS Thorshavn til Dímunar í fjør summar. 

Síggi, at lýst verður aftur í ár við túrum til Stóru Dímunar, og kann øllum viðmælast at fara ein túr við MS Thorshavn. Her eru upplivingar fyri allar pengarnar. Hugnaliga siglingin við MS Thorshavn, og góðar náttúru upplivingar kring landið, er nakað serstakt, sum vit øll eiga at síggja og uppliva. 

Tøkk til fólkini handan MS Thorshavn og tøkk til bóndahjúnini í Dímun.

Kristian Dahl.

Facebook viðmerkingar