Bubu vitjar í Skálavík og Vági

Nú summarfríðin hjá børnunum er komin at halla og skúlarnir byrja aftur, so fer Bubu eisini at runda av fyri summarið.

Hetta vikuskifti vitjar Bubu í Skálavík og í Vági, og so er bert ein vitjan í Kvívík næsta vikuskifti eftir, og so eru ikki fleiri upptrakkanir í summar. 

Bubu hevur skemtað, sungið, fjasað og hugnað um kring oyggjarnar í summar og hetta vikuskifti verða tað so tey á Sandoynni og Suðuroynni og tey vitjandi, ið fáa vitjan av litfagra fívlinum. 

Í Skálavík er vitjanin á skránni seinnapartin fríggjadagin 12. august og í Vági er Bubu á skránni tíðliga seinnapartin leygardagin 13. august. Tiltøkini eru ókeypis

Facebook viðmerkingar