Kommunustýrislimir úr øllum kommunum í Suðuroynni hava á fundi í Skúladeplinum í Suðuroy í kvøld sett menning av Suðuroynni á dagsskrá.
Hóast Føroyar hava upplivað bestu búskapartíðir í eitt mannaminnið við stórum vøkstri í inntøkum hjá bæði fólki, fyritøkum og kommunum, og fólkavøkstri kring landið, so sæst hendan gongdin ikki í sama mun í Suðuroynni. Í Suðuroynni er stórt arbeiðsloysið, fólkatalið er minkandi, og inntøkurnar hjá fólki, fyritøkum og kommununum eru ikki sambæriligar við restina av landinum.
Hesa støðuna ynskja allir kommunustýrislimir í Suðuroynni gera nakað við og hava tí á felags fundi í kvøld sett menning av Suðuroynni á skrá.
Talan var um ein góðan og gevandi fund við góðari uppmøting úr allari oynni. Á fundinum vóru fyrstu stigini tikin til átøk, sum skulu skunda undir framburð, menning og samstarv í Suðuroynni.
Avtalað varð, at halda áfram við felagsfundum og verður næsti fundur komandi ónskvøld, tá allir kommunustýrislimir aftur fara møtast í Skúladeplinum í Grønadali at arbeiða við ítøkiligum ætlanum fyri menning av Suðuroynni.
Á myndini eru nøkur av fundarfólkunum avmyndaði. Á myndini vanta Eyðbjørn Thomsen, Jónsvein Hovgaard, Bogi Johannesen, Anita Vibergsdóttir og Bjarni Hammer.
Tíðindaskriv frá kommununum í Suðuroynni
Facebook viðmerkingar