Alisa Vestergård, úr SuSvim og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr HS, hava í hesum døgum verið til EM í Rom, Italia. Nýggi HS venjarin Maciej Hampel,og Sabina Polusen, ferðaleiðari, vóru eisini við á ferðini.
Alisa setti bestu tíð í 50m frí við tíðini 27,67 sek, ið er sama tíð, sum hennara higartil besta tíð. Í 100m frí svam hon 59,67 ,ið er besta tíð síðani apríl 2021, har hon svam 59,58 til Atlantic Open í Vági. Í 50 m firvald svam hon 30,33, har hennara besta tíð er 29,98. Hon fór av venjingarleguni hjá Susvim í Calella, Spania 8.aug, og beinleiðis til Róm at luttaka.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr HS svam 800m frí og 400 m frí. Hon svam 9:18:49 í 800m frí , har besta tíð hjá henni er FØ metið á 9:06:88 frá apríl í ár. Í 400m frí var Vár tætt uppá sína bestu tíð, 4:28:63, har besta tíð er 4:26:87. So eftir kanska ein ikki so góðan 800m frí , kom hon sterkt aftur í 400m frí, so vónandi kunnu tær báðar halda fram við góðu gongdini. Tær koma heim aftur í morgin.
Facebook viðmerkingar