The unexpected journet of a Belgian maker

Seinastu árini hevur Vágur verið partur av verkætlanini In Residence in the Arctic, sum Dennis Holm hevur verið verkætlanarleiðari av. Umframt Vágur hava Bolungavik í Íslandi og Balestrand í Norra eisini verið við í verkætlanini, sum er fíggjað av NORA.

Endamálið við verkætlanini er at geva lokalsamfeløgum í útjaðaraøkjum í Norðuratlantshavi, økir í og við Arktiska økið, eitt amboð at lata upp lokalsamfeløgini fyri umheiminum og bjóða fólki at gerast partur av lokalsamfelagnum. Verkætlanin fevnir m.a. um at gera ein digitalan platform, eina heimasíðu skipan, har lokalsamfeløg kunnu bjóða fólki til at gerast partur av teirra lokalsamfelagi. Lesast kann meiri um verkætlanina her: https://www.inresidenceinthearctic.com/

Fyrr í summar var belgiu-maðurin Navid O’Lari í Vági sum liður í verkætlanini “In Residence in the Arctic”. Á heimasíðuni https://www.inresidenceinthearctic.com/ greiður Navid frá sínum upplivingum í Vági. Tú kanst lesa frágreiðingina her.

Facebook viðmerkingar