Hendan var nokk so komisk í KVF í dag.
KVF: “Tað sær ikki út til at vera nakar trupulleiki hjá Herjólfi III at nøkta flutningstørvin um Suðuroyarfjørð, tá ið ræður um ferðafólk og bilar.”
Veruleikin er jú, at tey flestu hava “útsett” sín tørv at fara um Suðuroyarfjørð nettupp orsaka av Herjólfi III – og er tað eisini orsøkin til, at fá fólk sigla og fáir bilar eru við skipinum um Suðuroyarfjørð.
Kanska næsta analysan hjá KVF verður at telja bilar á Vestmannavegnum í fyrstu kavaódn komandi vetur – og tá uppteljingin vísir, at næstan ongir bilar koyra, má niðurstøðan eisini verða at Vestmannavegurin nøktar tørvin á ferðslu til og úr Vestmanna.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar