Fyrr í vikuni var á Heilsuskúla Føroya, sum er staðsetur við Skúladepilin í Suðuroy, skipað skeið fyri at styrkja førleikararnar hjá lærarunum á Heilsuskúlanum at hava fjarundirvísing. Skeiðið varð skipað av Det Nationale Videnscenter for e-læring og vardi í tveir dagar.
Tey á Heilsuskúlanum siga, at endamálið við skeiðnum er liður í eini tilgongd at styrkja førleikarnar hjá lærarunum í at hava fjarundirvísing, sum verður ein enn størri partur av undirvísingini á Heilsuskúla Føroya.
Facebook viðmerkingar