9. apríl var Tvøroyrar kommuna vertur fyri morgunmati á Seglloftinum, fyri eldra ættarliðnum. Tiltakið var sera væl vitjað og fólk lótu væl at. Tá var livandi tónleikur við Tróndi Enni, Álvur Enni las áhugaverda søgu upp og Gudrid Nolsøe greiddi frá um vælveruvenjingarnar, ið hon skipar fyri.
Ætlanin er, at kommunan skipar fyri morgunmati 4 ferðir um árið og leygardagin 27. august verður aftur møguleiki at koma saman til ein góðan bita á Seglloftinum, ið Bindi Madsen rekur.
Dyrnar verða lætnar upp kl. 10:00 til væl smakkandi morgunmatarborð. Hentzar Hammer er til staðar við harmonikuni og hava fólk hug til tað, so ber til at syngja við – Hentzar spælir nøkur væl umtókt, føroysk løg og sanghefti er tøkt.
Hesaferð verður Sonne Smith handan mikrofonina og fer at hann at greiða okkum frá onkrum áhugaverdum, søguligum. Viberg Sørensen leggur eisini leiðina framvið og fer at fortelja okkum um Bátafelagið Naddodd og tað sosiala virksemið, ið er at finna kring felagið. Okkara vón er, at tiltakið veður eins væl vitjað sum seinast og at fólk fara at hugna sær.
Hjartaliga vælkomin til morgunmat á Seglloftinum.
Facebook viðmerkingar