Nú er tíðin har lesiringarnir kring landið byrja aftur. Í Vági byrja okur ónsdagin 28. septembur klokka 19.00.
Dámar tær gott at lesa bøkur? Og kundi tú hugsa tær at práta við onnur um lisnar bøkur? So er at koma við í lesiringin hjá Vágs býarbókasavnið.
Lesiringurin kann verða ein kveikjandi løta, har ymisk viðurskiftir, bæði innan bókmentir og onnur evnir verða tikin upp. Okur lesa ymiskan skaldskap saman, og møtast eftirfylgjandi til eitt hugnaligt prát.
Bókin sum okur byrja við er Alt det lys vi ikke ser, sum Anthony Doerr hevur skrivað. Býarbókasavnið hevur nakrar eintøk av bókini tøk, um onkur ynskir at lána hana.
Tað ber eisini til at lurta eftir bókini, sum ljóðbók á eReolen. Býarbókasavnið kann hjálpa við at fáa atgongd til eReolen, sum er ein ókeypis tænasta, ið Bókasøvnini bjóðað.
Facebook viðmerkingar