Talan er um sangin “Í Viðarlundini”, sum kemur út fríggjadagin 9. September 2022.
Lagið verður at hoyra á Spotify Apple Music, Youtube o.ø tónleikapallum.
Deiggj hava síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP´in kallast TÍÐ. Fyrsta staklagið “Hví grætur tú”, har Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur, kom út í juni í ár og hevur verið sera væl móttikið.
Sangurin “í Viðarlundini” snýr seg um hvussu heystið og tær broytingar sum henda hesa ársins tíð. Flytifuglarnir rýma úr Føroyum og eftir sita støðufuglarnar, summir av teimum eru enntá veingjaskerdir og nakrir hava ein dreym sum aldrin bleiv veruleiki.
Dennis Lave syngur sangin og Fróði og Páll syngja kór saman við Dennisi. Yrkingina eigur Tummas Napoleum Djurhuus.
Deiggj eru í holt við eina nýggja LP.
Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin, saman við Benjamin Petersen.
Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Benjamin Petersen hevur tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen havastaðið fyri framleiðsluni.
Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville
Í Viðarlundini
Orð: Tummas Napoleum Djurhuus
Lag: Fróði T. Vestergaard
Arrangement og innspæling: Deiggj og Benjamin Petersen
Dennis Lave Sang
Pætur Mohr Dam Rhodes og synthezisara
Páll Holm Lave el- gittar og kór
Fróði Vestergaard sang, kór og orgul
Sverri Heinesen Bassgittar
Rani H. Christiansen trummur og perc.
Innspælt í Studio Block, Deiggj studio og Studio Bunkarin
Miksað í Studio Bunkarin –
Mastering: Daniel Bacigalupi
Teknikari: Vinjard Egilsnes Petersen, Benjamin Petersen
https://bfan.link/i-vidarlundini
Ein slík LP útgáva kostar nógvar pengar og Deiggj eru tí sera fegnir um at Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava stuðla útgávuni eins og Koda-Føroyar grunnurin og GramexTónleikarar. Meira verður at frætta seinni um komandi lp´ina .
Facebook viðmerkingar