“Dugi hvørki at kvøða ella halda røðu hvussu kann je verða formaður”.
Nakað soleiðis segði Mikala, tá ið heitt var á hana um at verða formaður/kvinna fyri Dansifelagnum Jómsvíkingum.Tað bilar einki: kvøðingina og talunum ordna okur onnur, bara tú kanst halda skil á Jómsborg og peningaviðurskiftinum.
Soleiðis bleiv tað, og í meiri enn 21 ár stýrdi hon felagnum, og tað gjørdi hon sera hegnisliga. Mikala gjørdi eitt megnararbeiði fyri felagið. Jómsborg er í sera góðum standi, og hon hevur verði við at fyriskipa nakrar Landsdansistevnur, men størtsta bragdi var, tá ið Landsbarnadansistevnan varð fyriskipað í VB-húsinum og Vágs-høll. Um fýrahundrað børn, ung og vaksin høvdu leitað sær suður til Vágs, men væl gekk, og alt var væl tilrættalagt. Haraftrat høvdu okur barnadans fleiri vetrar í Jómsborg.
Mikala sat eisini øll 21 árini í jóansøkunevndini, har fekk hon uppgávuna, at krevja inn lýsingargjaldið í Jóansøkublaðnum og at luta út pengarnar til ymsu feløguni, eisini hesa uppgávur loysti hon sera væl. Tá avgerðin varð tikin, um at leggja frá sær, gleddi tað Mikalu almikið, at tað varð ommudótturin við sama fornavni, sum varð vald at føra felagið víðari.
Hvíl í friði, góða Mikala, tú prógvaði, at ikki er neyðugt at duga Jallsgríms kvæði og Hábar ella í heilatikið vera kvæðakempa fyri at leiða eitt dansifelag. Man skal bert brúka sítt vit og skil. Tú gjørdi Jómsvíkingar til eitt sterkt felag, takk fyri tað.
Onkuntíð í lívinum hevði tú mótvind, men seinnu árini hevur lagnan verði tær blíð, ja, hendingar vóru nógvar á lívsleiðini, frá tí tú var fødd á loftunum hjá Dadduni á Krosslið 9.okt. 1948, flutti síðani niðan í Trøðina, har tú vaks upp og fór út í lívið. Síðani fekst tú børnini Tórálv, altíð nevndur Tor og Sigurðbjørg, og vórðu tey bæði tær sera góðir stuðlar á lívsleiðini.
Tú andaðist 21. juli við øllum tínum kæru kring teg, kroppurin vildi ikki meira, og kósin sett móti øðrum bústaði, men saknaðurin er stórur.
Við hesum fáu orðum vilja Jómsvíkingar takka tær fyri tey tøk tú tók fyri felagið, og fyri mangar góðar dansiløtur, bæði í álvara og í vertskapið. Við djúpastu samkenslu til tykkum sum eftir sita.
Jómsvíkingar
Facebook viðmerkingar