Jóan Pauli Dahl Jakobsen verður valevni hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið.
Jóan Pauli er 33 ár, stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini arbeitt sum politiskur ráðgevi á fólkatingi. Hann kennir tí arbeiðsgongdina og politiska maskinaríið á fólkatingi væl.
– Eg haldi, at flokkarnir hava lyndi til at lova alt møguligt til fólkatingsvalið, sum einki hevur við fólkatingsarbeiðið at gera. Fólkatingssessurin snýr seg ikki um avgerðir, sum skulu takast í Føroyum. Tað snýr seg bæði um smá mál, har vanligir borgarar detta niður ímillum danskar og føroyskar stólar. Og so snýr tað seg um at skapa forstáilsi í donsku skipanini fyri føroyskum sjónarmiðum og áhugamálum. At tryggja, at avgerðir ikki verða tiknar uttan um okkum.
Jóan Pauli hevur verið aktivur í Javnaðarflokkinum í nógv ár. Fótbólturin fylti eisini nógv, tá hann eitt tíðarskeið var málmaður hjá B36 og U-21 landsliðnum.
Politikkur hevur fylt nógv heima hjá Jóan Paula, og mamma hansara, Katrin Dahl Jakobsen, var í 10 ár løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Politiskar meiningar hava tí ikki verið fremmandar, og øll ungdómsárini var ein afturvendandi spurningur: Nær stillar tú upp?
Svarið er nú.
Jóan Pauli sigur, at so leingi sum ríkisfelagsskapurin er partur av kørmunum kring okkara land, so hevur fólkatingssessurin týdning.
– Uppgávan er at umboða føroysk áhugamál, men eisini at duga at greiða frá teimum. Tí í Javnaðarflokkinum hava vit ofta sæð, at vit fáa góð úrslit, tá vit megna at fáa danir at skilja okkara útgangsstøði. Politikkur snýr seg um hetta. At loysa fastlæstar støður. At fáa onnur at lurta. Og soleiðis at skapa úrslit.
Mong kenna eisini Jóan Paula sum annan av vertunum í poddinum Amatøroyar.
Facebook viðmerkingar