Frú Mette talar søk dana. Okkum tørvar eina greiða rødd, sum talar okkara søk!
Fólkatingsvalið varð ikki útskrivað í dag, men frú Mette Frederiksen helt eina greiða valrøðu. Hon nevndi avbjóðingar og møguleikar hjá landi hennara. Hon nevndi eisini danskan sjálvsavgerðarrætt. Forsætisráðsfrúan legði dent á, at vit liva í einari byltingartíð, og hava tørv á at standa saman. Hon tosaði soleiðis, sum ein stjórnarleiðari ger, tá val stendur fyri durum, og ætlanin er varðveita valdið.
Valdsjavnvágin í heiminum broytist skjótt í hesum døgum. Tað krevur av okkum, at vit taka uttanríkis- og verjupolitiska kjakið í álvara og definera okkum og støðu okkara í mun til broytta heimin. At vit taka ábyrgd. Tað krevur, at eingin er í iva um, at tað eru vit sjálv, sum tala okkara søk. Hvør á Fólkatingi talar greitt fyri at fáa staðfest okkara sjálvsavgerðarrætt? Ella rætt okkara at taka avgerð í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum. Eingin.
Vit skulu standa saman og samstarva, eisini við danir. Vit skulu taka okkara part av altjóða ábyrgdini. Tað krevur, at vit í einum og øllum sjálv taka støðu í øllum málum, sum viðvíkja okkum og landi okkara.
Radaramálið er ræðandi dømi um, hvussu fólkaræði kann verða skúgvað til viks, tá ein letur avgerðirnar til onnur at taka. Her var ein søguligur møguleiki at standa saman, at taka okkara part av ábyrgdini fyri verju av okkara øki og fyri at lofta teimum møguleikum, sum hetta gav. Men, heimastýrisvaldið lat danir taka avgerð um radaran og virksemið har frameftir.
Eitt samstarvsráð er, uttanum Løgtingið, skipað ímillum donsku stjórnina og landsstýrið. Hetta merkir de facto, at danir í dag hava betri innlit í uttanríkispolitikkin hjá landsstýrinum, enn fólkavalda Løgtingið hevur. Danir sita í løtuni við buktini og báðum endunum, tá tað snýr seg um føroysk uttanríkisviðurskifti. Hetta má ikki sleppa at halda fram.
Havi sjáldan áður kent tað hava so stóran týdning, at tey umboð, sum vald verða á Fólkating, í øllum sínum arbeiði hava fokus á at víðka og verja rættindini og støðuna hjá okkara landi. At tey hvønn einasta dag arbeiða fyri, at alt, sum hevur við Føroyar at gera, verður avgjørt saman við umboðum fólksins.
Tað ræður um alla tíðina at vera á varðhaldi, tá mál, ið viðvíkja okkum, verða viðgjørd og samtykt. Áhaldandi og alla tíðina at halda fast við, at rættin til at avgera framtíð okkara, liggur hjá Føroya fólki og onga aðrastaðni. Áhaldandi at arbeiða fyri, at føroyska røddin hoyrist og søk okkara verður talað, ikki minst tá tað snýr seg um at vinna Føroyum limaskap í altjóða nevndum og ráðum og í uttanríkispolitiskum málum, sum eru viðkomandi fyri okkum.
Hvønn einasta dag at virka fyri at styrkja fólkaræðið og fyri at taka altjóða ábyrgd. Og so – sjálvandi – at samstarva um øll mál, har vit kunnu flyta okkum saman við øðrum londum ímóti einari burðardyggari og tryggari framtíð.
Bjørt Samuelsen
Valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar