Leygardagin verður eitt nýtt tiltak í Marghøllini. Tað er bogaskjótifelagið Suður Skot, sum skipar fyri.
Klokkan 10.00 lata dyrnar upp í Marghøllini. Tá verður tiltakið Valhalla. Tiltakið vísur á øll ítrótta- og frítíðartilboðini í Suðuroy. Til ber hjá vitjandi, at royna ymsu tilboðini og at koma í prát við umboðini hjá ymsu tilboðnum.
Hesi eru við:
Judo, Borðtennis, Renning, Svimjing, Dart, Billiard, Rógving, Disc Golf, Fimleikur, Sigling, Talv, Dansur, Klintring, Fótbólur, Hondbóltur, Flogbóltur, Badminton, Bowls, Skótar, Havsvimjing, Kvøldskúlar, Víkingar, Table Top Games.
Eisini ber til at síggja motorsúklur, royna blóðpannukøkur, fáa ein drekkamun. Fisk&chips bilurin verður eisini til staðar í Marghøllini. Hoppiborgirnar eru eisini uppi, meðan Valhalla er opið.
Tað er ókeypis atgongd og fólk er vælkomin at stuðla Suður Skot.
Facebook viðmerkingar