Ónsdagin 19. oktober verður eitt spennandi tiltak á Tvøroyri. Tá fáa vit vitjan av Íverksetarahúsinum, og eisini luttekur Maud Wang Hansen. Tiltakið verður á Seglloftinum kl. 19.00.
Umboð frá Íverksetarahúsinum kemur at greiða frá stuðulsmøguleikum, m.a. um hópfígging.
Eisini kemur Maud Wang Hansen at greiða frá síni tilgongd sum íverkseti, og frá sínum virksemi í ferðavinnuni.
Aftaná framløgurnar er møguligt hjá fólki at seta spurningar, og at fáa eitt prát við íverksetarahúsið og at fáa ráðgeving.
Tiltakið er ókeypis og øll, ið eru tað allarminsta forvitin, eru vælkomin at luttaka. Kaffi og okkurt gott verður at fáa.
Facebook viðmerkingar