Hjálparfólkafelagið skipar eftir áheitan fyri kunnandi fundi um felagið í Miðlatúni í Vági týskvøldið 18. oktober kl. 19.
Hetta er fyrstu ferð, at Hjálparfólkafelagið hevur almennan fund í Suðuroy, og fundurin er íkomin eftir áheitan frá hjálparfólkum í Suðuroy.
Á fundinum verður greitt frá, hví felagið var sett á stovn, hvat nevndin hevur arbeitt við, og hvussu gongdin hevur verið. Eisini verður komið inn á tryggingar og onnur viðurskifti.
Øll hjálparfólk og námsfrøðihjálparar eru vælkomin.
Hjálparfólkafelagið bjóðar kaffi/te, gott prát og okkurt gott afturvið.
Vh. Hjálparfólkafelagið
Facebook viðmerkingar