Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir:

Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Hamragarði frá 1. desembur 2022

Talan er um starvsbrøk 1,0 dagvakt mánadag til fríggjadag, ella eftir nærri avtalu.
Um eingin sjúkrarøktarfrøðingur søkir, kann starvið verða fyribils sett av heilsurøktara, og verður uppgávan tá tillagað fakbólkin.

Heilsurøktara í fast starv á Sambýlinum í Vági frá 1. desembur 2022.
Talan er um starvsbrøk 0,9 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi frá 1. desembur 2022.

Talan er um starvsbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum ella eftir nærri avtalu.
Um eingin sjúkrarøktarfrøðingur søkir, kann starvið verða fyribils sett av heilsurøktara, og verður uppgávan tá tillagað fakbólkin.

Vit vænta at tú:
• Hevur royndir innan økið
• Hevur góð samstarvsevnir
• Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
• Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Hanus Toftheyggj, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella til: bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist: 20. oktobur 2022 kl. 12.00

Facebook viðmerkingar