Til veljarar í Tvøroyrar kommunu
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 9.00 – 20.00.
Valkort verða send veljarunum. Tey, ið ikki hava móttikið valkort, ella hava fingið valkort við skeivari kunning á, kunnu boða býráðsskrivstovuni frá hesum.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til fólkatingsvalið er fríggjadagin 28. oktober.
Tey, ið ynskja at greiða brævatkvøðu heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 611085 innan kl. 15.00 tórsdagin 27. oktober.
Um onkur ynskir bil á valstaðið, kann ringjast til ein av hýruvognunum.
Minnist til at hava valkortið við.
Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar