Í farnu viku boðaði Tvøroyrar kommuna frá, at tað seinastu tíðina hava verið fleiri tilburðir av herverki á Tvøroyri, serliga á ognir og lutir hjá kommununi. Herverk er m.a. gjørt á spæliplássinum í miðbýnum, har leikur eru brotnar, eins og almenna vesið á økinum ikki sleppur undan herverki. Eisini er tøknin, ið tendrar gøtuljósini í býnum, brotin upp í saman. Hetta sama hendir á havnalagnum, við tí úrsliti at alt havnalagið og partar av býnum til tíðir hava verði myrkir.
Í vikuskiftinum var so eisini herverk gjørt á Gørðunum í Vági, har brotið er inn í venjingarmiðstøðina hjá Ítróttaháskúlanum og glashurðin er knúst. Eisini er herverk gjørt á trukk, sum stóð inni í Vaskiskúrinum og eru m.a. rútarnir knústir.
Málini eru fráboðaði løgregluni í Suðuroynni.
Facebook viðmerkingar