Miðlatún er, saman við SALT, partur av stroymingunum av ymiskum fyrilestrum frá Aarhus Universitet.
Týskvøldið kl. 18.00 stroyma okur fyrilesturin ”Svøvnur & Immunverjan”. Okkara immunverja er neyvt bundin av svøvni, sum eisini er við til at endurbøta. Hinvegin, so ávirkar immunverjan svøvnin, og nakrar sjúkur kunnu beinleiðis oyðileggja svøvnjavnvágina – sum eitt nú nakrolepsi. Hvat siga granskarir um hetta samanheingi?
Teir seinastu fyrilestrarnar, sum verða stroymdur í ár eru ”Fagri nýggi íleguheimur”, sum verður í SALT týsdagin 15. novembur kl 18.00 og ”Teldufrøðin í tínum lumma”, sum verður í Miðlatúni týsdagin 22. novembur kl. 18.00.
Fyrilestrarnar eru ókeypis og tilmelding er ikki neyðug.
Nærri lýsing av, hvat fyrilestrarnar snúgva seg um, síggjast á facebook síðunu hjá Miðlatúni og SALT.
Facebook viðmerkingar