Vágs kommuna søkir eftir reingerðarfólki

Vágs Kommuna søkir eftir reingerðarfólkið til Vágs skúla. Talan er um áleið 15 tímar um vikuna.

Starvið er tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vilt tú vita meira um starvið? So kanst tú venda tær til Vágs Kommunu á telefon 66 30 00 ella til Petry H. Mortensen, býráðsskrivari, á telefon 73 30 08.

Umsóknin skal vera Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. november 2022 klokkan 12.00.

Umsóknin skal sendast til:

Vágs Kommunu

Vágsvegur 30

FO-900 VÁGUR

ella á vagur@vagur.fo viðmerk “Reingerðarfólk”

Facebook viðmerkingar