Movember-átak í Vági

Í november verður sjóneykan kring heimin sett á heilsuna hjá manninum, tá Movember verður fyriskipað. Í Vági verður eitt Movember-átak í viku 45. Í gjøgnum vikuna verða tiltøk fyriskipaði, sum hava eitthvørt við heilsuna hjá monnunum at gera.

Í samstarvið við Fólkaheilsuráðið, so skipar Vágs Kommuna fyri heilsuátakið í november. Átakið er ætlað monnum í øllum aldri, og tó kunnu bæði kynini luttaka. Heilsuátakið eitur Movember. Movember er eitt altjóða rák, sum byrjaði við, at menn lótu yvirskeggi veksa allan november mánað. Endamálið var at seta sjóneykuna á krabba í prostata. Seinastu árini hevur Movember-rákið ment seg, og í dag fevnir rákið um generellu heilsuna hjá manninum. Movember stuðlar undir, at menn í størri mun taka atlit til teirra heilsu, bæði kropsligu og sálarligu heilsuna. Kring heimin verða Movember tiltøk og átøk fyriskipaði allan november mánað.

Movember í Vági

Movember-átakið í Vági er í viku 45. Hesar dagar verða tvey tiltøk fyriskipaði, sum viðgera heilsuna hjá mannfólkunum, og so verður eisini ein myndakapping. Endamálið er, sum skrivað, at seta sjóneykuna á heilsuna hjá manninum, men eisini at menn fáa høvi at koma saman og hugna og stuttleika sær. Alt sum er gott fyri heilsuna. Sigast skal tó, at kvinnur eru hjartaliga vælkomnar til tiltøkini.

Run on beer – rørslukvøld

Týskvøldið 8. november verður eitt rørslutiltak. Tiltakið eitur Run on beer. Tiltakið byrjar klokkan 20.00 uttanfyri Miðlatúni. Runnið ella gingið verður vestur í móti Vatninum. Á teininum er øl-depot (og vatn) við nýggja Biskupskelduhúsið, har luttakararnar kunnu fáa sær okkurt fyri tostan og práta, áðrenn leiðin gongur víðari í móti Vatninum. Tá luttakararnir eru komnir til Vatnið, kunna teir gera av, um teir venda við ella taka túrin runt Vatnið. Málið er við nýggja Biskupskelduhúsið á Gørðunum. Á málinum fáa luttakararnir øl (ella vatn), kips og annað, og fólk frá Biskupskeldubryggjarínum greiða frá um húsið og ølirnar hjá Biskupskeldu. Rørslutiltakið skipar Hvistan fyri og Biskupskelda og Kirvi stuðlað. Tiltakið er ókeypis.

Fyrilestrar í Miðlatúni

Ónskvøldið 9. november vitja Niclas Heri Jákupsson og Monika Mohr í Miðlatúni. Hetta kvøldið fara tey bæði at hava ókeypis fyrilestrar um ávikavist Menn og sálarheilsu og Hvussu hevur tú tað maður?. Lagt er upp til eitt kveikjandi og stuttligt kvøld við tveimum væl uppløgdum fyrilestrahaldarum. Dyrnar í Miðlatúni lata klokkan 19.30 og klokkan 20.00 fara Niclas Heri og Monika at leggja fram. Tiltakið er ókeypis. Meiri kunning um báðar fyrilestrarnar liggur á vagur.fo og á facebook síðuni hjá Miðlatúni.

Myndakapping – Movember-skegg

Alla viku 45 koyrir ein myndakapping á Facebook. Í myndakappingini kunnu øll vera við. Tað snýr seg um at leggja eina mynd út á Facebook, har tú hevur eitt yvirskegg. Hvat yvirskeggið er, er bert hugaflogi sum setur markið. Tað kann verða eitt veruligt yvirskegg, tað kann eisini vera ein chillifrukt, sum hongur undir nøsuni, ella eitt tekna yvirskegg. Afturat myndini skal #movembervágur og #abcfyrisálarligaheilsu brúkast. Øll sum leggja mynd út og brúka hash-taggini eru við í lutakastinum um eitt mánaðarhald frá Styrki Fitness. Drigið verður mánadagin 14. november og vinnarin verður lýstur á Facebook síðuni hjá Miðlatúni. Stuðlað kappingini hevur Styrki Fitness, sum er nýggja venjingarmiðstøðin í Páls Høll. Styrki Fitness letur upp tann 12. november.

Tilboð til menn

Í viku 45 bjóðar Suðuroyar Heimavirki 20% í avsláttri av øllum troyggjum til menn. Suðuroyar Heimavirki hevur opið gerandisdagar millum klokkan 10.00 og 17.30, og leygardag frá klokkan 10.00 til 12.00. Somuleiðis bjóðar Toystovan í Vági 20% í avsláttri av øllum harraklæðum. Toystovan er opin gerandisdagar frá klokkan 10.00 til 17.30, og leygardag er opið frá klokkan 10.00 til 14.00.

Facebook viðmerkingar