Feløg innan ‘Aling’ útlutaðu vinningsbýti á 335 milliónir, innan ‘Matvøruframleiðslu’ var vinningsbýtið 395 milliónir og ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’ útlutaðu 445 milliónir í vinningsbýti í 2021.
Útlutað vinnngsbýti skift á vinnugreinar hjá feløgum í ikki-fíggjarliga geiranum eru dagførd fram til 2021.
Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins.
Vinningsbýtið var 1,8 milliardir í 2021
Samanlagt fyri øll feløg var vinningsbýtið 1,8 milliardir krónur í 2021, ið er nærum 600 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var gott og væl 1,2 milliardir krónur.
Bólkarnir, ið hava útlutað mest vinningsbýti í 2021 eru ’Landbúnaður og fiskiveiða’ við 466 milliónum, ’Framleiðsluvinna’ við 507 milliónum og ’Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 445 milliónum. Tølini vísa millum annað, at meðan útlutað vinningsbýti innan ‘Landbúnað og fiskiveiðu’ og ‘Framleiðsluvinnu’ lækkaði í 2020 og hækkaði so aftur í 2021, so hækkaði vinningsbýti innan ‘Heil- og smásølu; umvæling av akførum’ bæði í 2020 og 2021.
Innan bólkin ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ eru tað serliga flokkarnir ’Fiskiveiða’ og ’Aling’, ið útluta nógv vinningsbýti. Í 2020 var vinningsbýtið hjá feløgum í flokkinum ‘Fiskiveiðu’ 105 milliónir krónur meðan tað í 2021 hækkaði við 26 milliónum til 131 milliónir. Fyri feløgini í flokkinum ‘Aling’ var vinningsbýtið í 2021 335 milliónir, ið er 149 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var knappar 186 milliónir krónur.
Fyri bólkin ’Framleiðsluvinna’ eru tað serliga feløgini innan deildina ’Matvøruframleiðsla’, ið hava útlutað nógv vinningsbýti. Í 2021 vóru 395 milliónir útlutaðar sum vinningsbýti, ið er 265 milliónir hægri enn 2020, tá vinningsbýtið var 130 milliónir krónur.
Heil- og smásøla og umvæling av akførum 445 milliónir í 2021
Í bólkinum ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’ vóru í 2021 445 milliónir útlutaðar í vinningsbýti. Her vóru tað í mestan mun flokkarnir ‘Søla av bilum’, ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ og ‘Onnur serheilsøla’, ið hava útlutað nógv vinningsbýti.
Vinningsbýtið hjá feløgum innan flokkin ‘Søla av bilum’ var 26,3 milliónir í 2021. Í ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ vóru knappar 228 milliónir í vinningsbýti, harav bróðurparturin, 218 milliónir, var í ‘Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, krabbadýrum og lindýrum’. Vinningsbýtið í ‘Onnur serheilsøla’ var knappar 90 milliónir. Flokkurin ‘Onnur serheilsøla’ fevnir serliga um vinnugreinarnar ‘Heilsøla av brennievni og líknandi í føstum, flótandi og gassformi’ og ‘Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð’.
Fyri at forða fyri, at innanhýsis útlutanir av vinningbýti koma við, eru vinningsbýtini í ‘Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøku’ ikki við í greiningini omanfyri.
Kelda: Hagstova Føroya
Facebook viðmerkingar