Firmakapping í fótbólti í Vágs Høll 3. desember

Leygardagin 3. desember verður Vágs Høll karmur um eina firmakapping í innandura fótbólti, ið er fyri fyritøkur, virkir og stovnar.

Firmakapping
Fyrr vóru firmakappingar í fótbólti árliga í Vágs Høll. Tíðin er komin til at fyritøkur, virkir og stovnar í øllum støddum aftur fara at dystast í innandura fótbólti.

Við hesum ber til at skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri starvsfólki – og hví ikki leggja árliga jólaborðhaldið sama dag?

Kunning
Á hvørjum liði eru 4 leikarar á vøllinum í senn. Bert ein leikari, ið hevur leikt í Betri- og 1. deild undanfarna kappingarár, kann verða á vøllinum í senn.
Kostnaðurin er 1.200 kr. fyri liðið. Vinnandi liðið vinnur gávukort á 3.000 kr. frá Matstovuni Garðslon.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til samskipari@fcsuduroy.fo. Freistin er 25. nov. 2022

Facebook viðmerkingar