Jenis av Rana ger mun á fólki – alt eftir um tey eru samkynd ella ikki. Løgmaður átalar hetta, men veit fullvæl, at tað onki broytir.
– Tað harmar okkum ómetaliga nógv, at løgmaður letur hetta um seg ganga, tí tað sendir eitt týðiligt signal um, at tað er í lagi at gera mun á fólki, og at tað er í lagi at velja samkynd frá til politiskar sessir – bert tí, tey eru samkynd. Tí Jenis av Rana hevur bert tað vald, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, letur hann hava!
Vit í LGBT+ Føroyar hava stríðst í nógv ár fyri at vinna okkum rættindi og fyri at kunna vera ein partur av føroyska samfelagnum. Vit vita, at vit hava fólkið í Føroyum í rygginum, og at tey á ongan hátt stuðla Jenisi av Rana. Bert spell at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ikki hevur eina eins greiða støðu til homofobi!
Jenis av Rana situr í einum av týdningarmiklastu politisku sessunum í landinum, og hevur stórt vald.
Vit vita longu nú, at hann noktar at geva boð til bisp, so at børn hjá samkyndum kunnu fáa eftirnavnið hjá sammóðrini. Tí hann vil ikki javnseta børn hjá samkyndum og hinskyndum.
Umframt at vera andlitið hjá Føroyum út í heim, sum uttanríkisráðharri, hevur Jenis av Rana ómetaliga stórt vald í Føroyum, sum landsstýrismaður fyri útbúgvingar- og mentanarøkið.
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um Jenis av Rana nakrantíð hevði sett eitt sendifólk, sum var samkynt. Hevði hann funnið uppá at sett ein skúlastjóra, sum var samkyndur ella stuðla eini verkætlan á mentanarøkinum, har samkynd stóðu á odda. Tí hvar gongur markið hjá Jenisi av Rana, tá tað kemur til samkynd? Og hvar gongur markið hjá Bárði á Steig Nielsen, tá tað kemur til Jenis av Rana?
So leingi vit hava ein løgmann, sum onki ger, hava vit ein landsstýrismann, sum kann halda fram við sínari homofobi.
LGBT + Føroyar
Facebook viðmerkingar