Frá Strandferðsluni um broytingar á leið 7

Orsaka av, at Smyril siglur vestanfyri verða fráferðirnar í dag, mánadag 12. desember, av Havnini kl. 16:00 framskundað til kl. 15:30 og av Krambatanga kl. 18:45 verður framskundað til kl. 18:15.

Harumframt kann roknast við seinkingum tí siglt verður vestanfyri.

Ikki er neyðugt at broyta fráferðirnar hjá Bygdaleiðum í Suðuroy í smb. við framskundaðu fráferðirnar.

Strandfaraskip Landsins

Facebook viðmerkingar