Suðuroyar Sjavsfelag latið 20.000 kr. til sluppina Johannu TG 326

Seinastu árini hevur Suðuroyar Sjavsfelag í fleiri umførum latið stuðul til ymisk endamál m.a. í Suðuroynni. Nú sjavsárið endaði hevur Suðuroyar Sjavsfelag aftur latið stuðul – og hesaferð fór stuðulin til sluppina Johannu TG 326.

Tórskvøldið var seinasta umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag og var Gudmund Jacobsen, formaður fyri felagið Johanna TG 326 boðin vestur í VB-húsið, har Suðuroyar Sjavsfelag handaði sluppini Johannu TG 326 ein gávukekk á 20.000 kr.

Facebook viðmerkingar