Stella Polaris – Klassisk tónleikakapping fyri børn og ung

Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Hátúni í døgunum 2. – 4. mars 2023. 

Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár,19 ár til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina. 

Kappingin er skipað sum alment tiltak. 

Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum.

Tilmelding letur upp í dag týsdagin 3. januar, og freistin er sett at vera 1. februar 2023 kl. 13. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla https://www.tm.fo/skulin/stella-polaris/klassiskt/ . Annað um kappingina sæst at lesa á tilmeldingarsíðuni, og Musikkskúlin heitir á øll um at kunna seg væl í samband við tilmelding.”

Facebook viðmerkingar