Farið er um ársskiftið og dagarnir leingjast støðugt. Fyri framman er várið og hetta merkir eisini, at Skúlafótbóltur verður á skránni. -Og nú er eisini klárt at melda til Skúlafótbólt 2022/2023.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Skúlafótbólti á síðuni “Tilmeldingarskjal“.
Í næstum verður skráin fyri leikdagarnar hjá ymisku aldursbólkunum tøk, soleiðis at skúlarnir eisini spakuliga kunnu fara at leggja tilrættis ætlanir um ein hugnaligan dag til Skúlafótbólt í Vági.
Meiri verður at frætta um hetta seinni, skrivar Skúlafótbóltur á heimasíðuni.
Facebook viðmerkingar