Soleiðis skal nýggja protein- og lýsiverksmiðjan hjá Varðin Pelagic síggja út

Nógv fólk vóru møtt í SALT týskvøldið á borgarafundin, har nýggja protein- og lýsi verkætlanina hjá Varðin Pelagic varð løgd fram. Umframt at greitt varð frá verkætlanini, so vóru eisini framløgur av sjónarmiðjunum hjá teimum, sum vísa á avbjóðingarnar av stóru útbyggingini hjá Varðin Pelagic.

Útbyggingin hjá Varðin Pelagic fevnir m.a. um:

  • Seks siloir, sum hvør er 20 til 30 m. høgar
  • Ein skorsteinurin, sum verður 60 m. høgur
  • Ein goymslubygning sum verður 40 x 40 m. til víddar
  • So skulu 140 m. av nýggjari bryggju byggjast

Tórskvøldið 26. januar skal Tvøroyrar Býráð viðgera umsóknina um byggiloyvið til útbyggingina hjá Varðin Pelagic.

Niðanfyri eru myndir, sum Varðin Pelagic hevur gjørt í samband við ætlanina.

Facebook viðmerkingar