Føroyska landsliðið í inniróðri hevur luttikið í Europameistaraskapinum í París um vikuskiftið.
Róðrarsamband Føroya hevur ikki verið uttanlands við landsliðnum í 2021 og 2022 vegna farsóttina, men hevur verið við í kappingum umvegis netið. Tí var spennandi hjá rógvarunum at koma at koma til eina fullesetta høll, har umleið trítúsund luttakarar hittust.
Róðrarsambandið tók í desember út sjey rógvarar at umboða Føroyar í EM, harav fimm av teimum eisini skulu kappast í HM, sum verður í Toronto síðst í februar.
Sarita Kristina Hansen, landsliðsvenjari, hevur umboðað Føroyar fleiri fer áður í altjóða kappingum, og aftur hesuferð vísti hon sína styrki og vann seg fjórða árið á rað til 1. pláss í bæði 500 og 2000 metrum.
Inga Weihe Sivertsen, Mattias Durhuus, Zoe Elisabeth Dickson og Vár Guriardóttir Hansen, hava somuleiðis umboðað Føroyar á landsliðnum áður. Hans Petur Brekkstein og Sára Maria Johansen umboðaðu Føroyar á fyrsta sinni.
Sára Maria, Vár og Zoe rógva og venja dagliga í Danmark, har tær í løtuni eru í lestrarørindum.
Tíðirnar frá fríggjadegnum – 500 metrar:
Kvinnur 30-39 lættvekt:
nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 1:38,6
Kvinnur 30-39:
nr. 5 Inga Weihe Sivertsen – 1.37,1
Menn 30-39 lættvekt:
nr. 7 Hans Petur Brekkstein – 1.30,1
Kvinnur U23:
nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen – 1.32,3
nr. 3 Sára Maria Johansen – 1.35,7
Kvinnur U23 Lættvekt:
nr. 2 Zoe Elisabeth Dickson – 1.40,7
Menn U19:
nr. 1 Mattias Durhuus – 1.19,4
Tíðarnar frá leygardegnum 2000 metrar:
Kvinnur 30-39 lævekt:
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen – 7.25,3
Kvinnur 39-30:
Nr. 4 Inga Weihe Sivertsen – 7.22,2
Menn 30-39 lættvekt
Nr. 9 Hans Petur Brekkstein – 6.40,3
Kvinnur U23:
Nr. 4 Sára Maria Johansen – 7.11,3
Nr. 5 Vár Guriardóttir Hansen – 7.23,8
Kvinnur U23 lættvekt:
Nr. 3 Zoe Elisabeth Dickson – 7.31,2
Menn U19:
Nr. 4 Mattias Durhuus – 6.13,9
Facebook viðmerkingar