Vinnan á vitjan verður aftur – enn størri!

Fríggjadagin 24. februar skipar Vágs Kommuna fyri vinnutiltakinum Vinnan á vitjan. Tiltakið er ætlað næmingum í 9. og 10. flokki í oynni og á miðnámi og endamálið er at kunna næmingarnar, og foreldur teirra, um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar í Suðuroynni.

Í mars 2022 skipaði Vágs Kommuna fyri vinnutiltakinum Vinnan á vitjan. Tiltakið var sera væl móttikið av næmingunum, foreldrunum og fyritøkunum, og avgjørt varð, at tiltakið aftur skuldi vera í 2023. Í ár verður tiltakið so fríggjadagin 24. februar í Vágs skúla – í fimleikahøllini og í auluni – og við fleiri fyritøkum og stovnum, enn undanfarna ár.

Tankin við vinnutiltakinum er tvídeildur. Okur ynskja at geva fyritøkum og stovnum í Suðuroynni møguleika at vísa sjeg fram, sum arbeiðspláss fyri komandi ættarliðið, ið skal út á arbeiðsmarknaðinum. Og so ynskja okur at vísa ungdóminum í oynni, hvussu fjølbroyttir útbúgvingar- og starvsmøguleikarnir eru í Suðuroynni. Í prinsippinum, so kanst tú fara av oynni og fáa tær dreyma útbúgvingina og koma aftur til Suðuroynna fáa dreyma starvi. Tú kanst eisini verða verandi í oynni og fáa dreyma læruplássi ella starvi. Og so tað er ein breið vifta av útbúgvingarmøguleikum í Suðuroynni, sum kundi áhugavert at vita meiri um, sigur Magnus Pauli West, fyriskipari av tiltakinum.

Facebook viðmerkingar