Kári og Andre vunnu 6. umfar í sjavs

Tórsdagin 9. februar var 6. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag og hetta umfarið vunnu Kári Poulsen og Andre Joensen, sum samstundis vunnu sítt fyrsta umfar í sjavskappingini í ár.

Úrslitið av umfarinum gjørdist:

Nr. 1. Kári Poulsen og Andre Joensen, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jakki Petersen og Finn Gærdbo, 3 stig hvør
Nr. 3. Eyðálv Bech og John Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Petur Gærdbo og Fredrik Ludvig, 1 stig hvør

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar