Semja um felags gjøld fyri eldratænastur


Gjøldini á eldraøkinum eru ikki hækkað í 10 ár. Semja er í Kommunufelagnum um at arbeiða fyri felags gjøldum, nú heimildin at áseta gjøldini er løgd til kommunurnar.
Stýrið í Kommunufelagnum hittist í dag fyri millum annað at viðgera nýggju heimildina at áseta gjøld á eldraøkinum.
Tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015 var tað við eyka inntøkum, sum skuldu stuðla undir øktu rakstrarútreiðslunum hjá kommununum. Ein partur av hesum inntøkum stava frá egingjøldum fyri serliga búpláss, men eisini fyri umlætting og tænastur í heiminum. Hesi gjøldini hava verið óbroytt síðani 2014.
Komandi 40 árini vera vit væntandi næstan tríggjar ferðir fleiri borgarar yvir 80 ár, og longu um 20 ár er talið tvífaldað úr umleið 2.350 upp í umleið 4.500. Av hesum kunnu vit vænta, at umleið ein av fýra fær tørv á røktarheimsplássi. Hetta tók fíggingin av eldraøkinum ikki hædd fyri í 2014, tí ongir pengar fylgdu tá við til íløgur.

Bara fyri at halda verandi tænastu mugu vit gera ómetaligar stórar íløgur í eldraøkið komandi nógvu árini. Fleiri borgarar á røktarheimunum fara eisini at leggja trýst á raksturin, og tí mugu vit tryggja eitt rímiligt samsvar millum tað, sum ein borgari hevur at liva fyri, og tað sum tænastan kostar, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum og stýrisformaður í økistænastuni Roðanum .
Kommunurnar kunnu við nýggju heimildini áseta egin gjøld í teimum átta eldraøkjunum. Eftir uppskoti frá leiðslunum í øllum eldraøkjunum viðgjørdi stýrið í Kommunufelagnum kortini uppskot til ein felags leist við støði í broyttu fortreytunum, sum eru í dag í mun til 2014.
Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar eru sáttmálalønirnar til røktarstarvsfólkini hækkaðar við umleið einum fjórðingi. Samstundis fær miðal fólkapensjónisturin í dag útgoldið ein triðing meira um mánaðin enn tá gjøldini seinast vóru ásett. Í sama tíðarskeiði hava gjøldini staðið í stað. Semja er tí um at hækka gjøldini 15%, t.v.s. nakað væl minni enn lønarvøksturin.
Lægsta gjaldið fyri búpláss hækkar úr 5.686 kr. upp í 6.561 kr., meðan hægsta gjaldið fer úr 10.538 kr. upp í 12.150 kr. Lægsta gjaldið er fyri fólkapensjónist við eyka inntøku uppá minni enn 50.000 kr., og síðani hækkar gjaldið so líðandi fyri hvørjar 5.000 kr. sum viðkomandi hevur í inntøku upp til 290.000 kr.

Gjøldini koma neyvan nakrantíð at fíggja stórt meira enn ein tíggindapart av eldraøkinum. Men vit hava leingi víst á, at tey mugu fylgja við vanligu gongdini í samfelagnum. Tað hava vit nú fingið heimild til, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Stýrið kom eisini ásamt um at mæla til tilsvarandi hækkingar fyri umlætting og heimahjálp, soleiðis at lutfallið millum ymsu gjøldini verður tað sama sum í dag. At enda samdist stýrið eisini um at seta ein felags arbeiðsbólk, sum á hvørjum ári skal koma við uppskotum til dagføring av gjøldunum.

Hvørt eldraøki er sítt egna, og tí er ikki álagt nøkrum at fylgja okkara uppskoti. Men hetta stýrið er samt um, at vit eiga at leggja ein felags leist fyri 2023 og arbeiða fyri einum felags leisti fyri komandi ár eisini, sigur Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður.
Dagførd gjøld verða sett í verk frá 1. apríl 2023.

Facebook viðmerkingar