Dansifelagið Jómsvíkingar í Vági heiðraði um dagarnir trý fólk fyri hjálpsemi og trúfesti til felagið og vórðu hesi heiðraði sum heiðurslimir í Dansifelagnum Jómsvíkingar.
Talan er um Mikala í Trøðini, sála, Kári Jacobsen og Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar, sum eru heiðraði sum heiðurslimir í Dansifelagnum Jómsvíkingum.
“Altíð hava tey sýnt felagnum mikið hjálpsemi og alstórt trúfesti, síðani tað varð endurstovnað í 1976.
Heiðursbrævið skal eisini vera ein tøkk fyri, at tey hava verið við til at varðveita og stimbra dýrabaru kvæðamentan okkara, føroyska dansinum at frama”, skrivar felagið í heiðursbrævinum.
Facebook viðmerkingar