Í samband við at Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF) fyllur 75 ár hósdagin 23. februar 2023, skipar felagið fyri móttøku í Ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 26. februar millum klokkan 14.00 og 15.00. Móttøkan er fyri spælarar – eldri sum yngri, venjarar, hjálparar, foreldur og onnur, ið eru knýtt at felagnum. TBF fer at heiðra eldsálir og fer at vísa fram myndir og lutir, sum felagið eigur. Vit bjóða okkurt leskiligt til tey møttu og vóna at síggja nógv andlit í høllini sunnudagin.
við ítróttarkvøðu,
Tvøroyrar Borðtennisfelag
Facebook viðmerkingar