Í gjár var stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba. Navnið á felagnum bleyv Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, og styttingin fyri felagið er HSK.
Viðtøkurnar blivu einmælt samtyktar. Ein nevnd bleyv vald og fer at skipa seg komandi dagnarnar.
Í nevndina komu:
Rúni Thomsen
Brandur Rúnason
Nóa Thomsen
David Thomsen
Jón Thomsen
Martin Berg
Amy Thomsen
Á fundinum bleyv tað eisini samtykt, at nýtt búmerki skal gerast til felagið, og at báturin, sum er latin felagnum, skal eisini hava nýtt navn.
Facebook viðmerkingar