Søkt verður eftir maskinmeistara til Vágsverkið.
Tvey elverk eru í Suðuroy:
- Elverkið í Vági við fýra dieselmotorum á tilsamans 13 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju
- Elverkið í Botni, sum er vatnorkuverk við tveimum turbinum á tilsamans 3 MW
Tú
Tú hevur víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir. Um eingin umsøkjari lúkar hesar treytir, sóknast vit eftir einum umsøkjara, sum hevur útbúgving sum maskinist ella samsvarandi, umframt el-útbúgving ella samsvarandi royndir innan fleiri av hesum økjum: el-framleiðslu, elverksarbeiði, vatnorku og háspenningstøkni.
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur royndir við somu motorum sum teir á Vágsverkinum.
Uppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í Suðuroy, og talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Vakthavandi maskinmeistari samskipar elveitingina millum Vágsverkið og elverkið í Botni, og harumframt hevur hann um hendi umsjón við netinum og koplingarleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni. Arbeiðsstaðið er Vágsverkið, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaði eftir tørvi, og flutningur fer vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV.
SEV
SEV bjóðar tær:
- smidligar arbeiðsumstøður
- fjøltáttaðan arbeiðsdag
- ávirkan á egið arbeiði
- fakliga menning
- viðkomandi skeið og upplæring
Løn
Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jóanes Norðberg, verkmeistara, á tel.: 222909 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218 419. Umsóknarfreistin er mánadagin 12. mars 2018. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 152 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.
Facebook viðmerkingar